Vardi ph.d. um søgu og kor hjá talufrælsinum

Fríggjadagin 5. mai vardi Heini í Skorini ph.d.-ritgerð sína um altjóða politikk á Department of War Studies á King’s College, University of London.

 

Heini í Skorini hevur kannað søguna og korini hjá talufrælsinum í ST høpi og hvussu rætturin til frítt at siga sína hugsan um trúarviðurskifti er undir áhaldandi og skipaðum álopi, eisini í 2017.

 

Granskingartilfarið fevnir um fleiri enn 1000 skjøl úr søvnum hjá ST og Wikileaks-dátugrunnin, umframt umleið 25 samrøður við ST sendifólk og diplomatar úr Asia, Miðeystri, Norðurafrika, Europa og USA.

 

Heini í Skorini sigur um ritgerðina:

 

– Handan háfloygdu ástøðini er ritgerðin í veruleikanum um fólk, sum gjalda hægsta kostnaðin fyri at hugsa og tosa frítt. Hóttanir, fongsul, píning, forfylging og deyða. Av og á má ein minnast til, at frælsi ikki er ein sjálvfylgja; at frælsi er ein søgulig parentes, sum skal verjast.

 

Heini í Skorini hevur verið innskrivaður á King’s College, men hevur eisini verið knýttur at Fróðskaparsetrinum, meðan hann hevur arbeitt við ph.d.-ritgerðini. Høvuðvegleiðari var Viviene Jabri, professari í altjóða politikki á Department of War Studies, King's College.

 

Opponentarnir til verjuna vóru Karin Fierke, professari á University of St. Andrews, og Katerina Dalacoura, professari á London School of Economics.

 

Verjan fríggjadagin gekk sera væl.

 

Verkætlanin kallaðist: »Human Rights Language as a Double-Edged Sword: Examining the Clash on Freedom of Expression and Defamation of Religions in the UN System«. Hon er fíggjað úr Granskingargrunninum og av Fróðskaparsetrinum.