Ein svenskur maður í 60-árunum er varðhaldsfongslaður, tí hann er undir illgruna fyri at hava selt konu sína til fleiri 100 menn.
- Hetta sigst hava verið yvir fleiri ár, skrivar svenska Aftonbladet, sum umøður málið.
Svenska løgreglan heldur, at handilin er gingin fyri seg bæði á netinum og fysiskt, og tað var kvinnan, sum meldaði mannin til løgregluna.
- Vit halda, at talan hevur verið um tvingsil, og at maðurin hevur havt fíggjarligan vinning av at selja konu sína.
Tað sigur svenski ákærin í málinum, Ida Annerstedt, við Aftonbladet.










