Í góðveðrinum í gjár loysti Annika Olsen fyrstu fløgini fyri íbúðum í Klaksvík og í Runavík til fólk við menningartarni. Á heysti í 2014 flyta fyrstu búfólkini ætlandi inn í vardu íbúðirnar.
Í viðmerking sigur landsstýriskvinnan, at hon fegnist um, at nú verður bygt nýtt ístaðin fyri at umbyggja ótíðarhóskandi sethús og at talan verður um verulig heim til tann einstaka.
Dagurin byrjaði við Mylnutún í Klaksvík klokkan 11, tá landsstýriskvinnan eftir stutta røðu loysti fyrsta flagið. Fitt av fólk var komið saman í góðveðrinum í Klaksvík. Borgarstjóri í Klaksvíkar kommunu, Jógvan Skorðheim, fekk síðani orðið, áðrenn leiðin gekk oman til opið hús á kommunuskrivstovuni, har kunnað var um verkætlanina.
Klokkan 13 var Annika Olsen, landsstýriskvinna, omanfyri Rúnarveg og loysti fyrsta flagið fyri byggingina av vardum íbúðum í Runavík (myndin). Borgarstjórin í Runavíkar kommunu, Magnus Rasmussen, hevði síðani orðið, áðrenn leiðin gekk oman til alment tiltak í Skúlan við Løkin, har arkitektur greiddi frá verkætlanini.
Samlaða kostnaðarætlanin fyri hvørja verkætlan sær er 16,5 mió. kr, og pláss verður fyri 10-16 búfólkum í hvørjum. Eftir ætlan skal arbeiðið verða liðugt á heysti næsta ár.











