Nú er ósemja í enn einum kommunustýri í Suðuroy.
Trúgvi Gudmundarson, fyrrverandi borgarstjóri og nú varaborgarstjóri í Hvalbiar kommunu, hevur tikið seg av lista A og er farin í valbólk við lista B, tað sum eftir er av valskeiðinum, hevur hann boðað Vágaportalinum frá.
Trúgvi Gudmundarson sigur, at samstarvið við borgarstjóran hevur ikki verið av tí besta seinastu tíðina.
- Eg skal somuleiðis boða frá, at eg takið frástøðu frá embætisførsluni hjá borgarstjóranum, skrivar hann.
Trúgvi Gudmundarson bleiv nummar tvey á lista A við 79 atkvøðum. Janus Thomsen, sum stillaði upp fyri fyrstu ferð, bleiv fyrst valdur við 149 atkvøðum og gjørdist borgarstjóri.
Hetta broytir tó ikki nakað upp á valdsbýtið millum listarnar báðar. Listi A fekk fimm fólk í bygdaráðið og listi B fekk tvey, so listi A hevur framvegis meirilutan, tó at hann er tódnaður nakað nú.
Harumframt er Trúgvi Gudmundarson ikki í býráðnum í løtuni. Hann er í farloyvi árið út. Av tí at hann er valdur á lista A, kemur varafólki á lista A inn fyri hann. Tí er býtið í býráðnum framvegis óbroytt. Sten Spange Larsen úr Sandvík situr sum varalimur fyri Trúgva Gudmundarson.