Í kunningarskrivið boðar Javnaðarflokkuring frá, at 57 ára gamli Odd Færø verður millum evnini til løgtingsvalið.
Odd er klaksvíkingur, búsettur í Hoyvík, og hevur verið varalimur í Tórshavnar Býráðið síðani kommunuvalið í 2016. Seinastu árini hevur hann somuleiðis verið virkin innan ymiskt felagsarbeiði, bæði innan fótbóltin, í Diabetesfelag Føroya og eisini hevur hann verið virkin í Suðurstreymoyar Javnaðarfelag, eitt skifti eisini sum formaður.
Odd sigur seg serliga raðfesta heilsuverkið, útbúgvingarmøguleikar og mennandi umstøður fyri fólkið kring alt landið.
Í gerandisdegnum arbeiðir Odd Færø sum fíggjarligur greinari hjá SEV. Áður hevur hann í mong ár verið sjálvstøðugur vinnurekandi, fyrst og fremst á roknskaparøkinum, og er nú eisini partur av familjufyritøkuni Alvaró, sum rekur ein barnahandil.











