Ávara um yvirgang í Kirgisistan

ST ávarar nú um, at tann syðri parturin av Kirgisistan kann gerast klekingarstøð fyri islamistiskar yvirgangsmenn, um tað ikki eydnast stjórnini at fáa tamarhald á støðuni sum skjótast.

ST-sendimaðurin í økinum, Miroslav Jenca, sigur í samrøðu við tíðindastovuna Reuters, at Kirgisistan er ein tann týdningarmesta flutningsleiðin hjá teimum, sum smugla rúsevni úr Afghanistan. Harafturat leita víðgongdir islamistar støðugt eftir støðum í Miðasia, sum teir kunnu brúka til at fyrireika sítt virksemi í Afghanistan.

Reuters skrivar, at tær víðgongdu islamistisku rørslurnar hava ikki verið serliga sterkar í Miðasia, men at fátækradømi og sosial misnøgd í teimum gomlu sovjetlýðveldunum gevur teimum víðgongdu møguleikar fyri at finna nýggjar limir har.