Tað er rættiliga nógvur vindur fleiri staðni kring landið. Tað verður vindur tað mesta av degnum, men seint í kvøld makar hann vindin, men út á fyrrapartin í morgin tørnar hann aftur til við nógvum vindi
Beint nú ávarar Landsverk um vind á seks plássum kring landið. Á Høgareyn er skrið, í hvirlunum upp til 28 metrar um sekundið. Á Oyggjarvegnum við Norðadalsskarð er stormur, í hvirlunum upp til 31 metrar um sekundið og á Brekkuni Stóru í Sandoy, er hvassur vindur, í hvirlunum upp til 25 metrar um sekundið.
Eisini í Suðuroy er nógvur vindur. Í Hvalba er upp í til 29 metrar um sekundið í hvirlunum og á Ørðaskarði á Fámjinsvegnum er upp í 33 metrar um sekundið. Og annars er upp í 27 metrar um sekundið á Porkerishálsi.
Í Havn heitir býráðið á valevni, sum stilla upp til býráðsvalið, um at ansa eftir plakatunum. Tey siga, at ein trupulleiki er, at plakatir eru hongdar upp á høg hegn, so tær eru sum eitt segl, tá vindur er.











