Tað er so heitt í Spania um vikuskiftið, at spanska veðurstovan hevur ávarað ferðafólk um, at hitin kann vera skaðiligur fyri heilsuna. Í ávaringini sigur veðurstovan, at tað kann verða serliga heitt í Costa Blanca, Costa del Sol og á Kanarisku Oyggjunum.
Veðurstovan hevur sagt, at í økjunum Alicante, Valencia og Murcia kann hitin koma upp í eini 44 stig í støðum. Eitt nú vóru hitamátararnir í býnum Sevilla oman fyri 40 stig í gjár, og tá súklukappingin kring Spania byrjaði í gjárkvøldið, vóru framvegis meiri enn 38 stig, hóast tað var seint á kvøldi.
Heilsumyndugleikarnir í Spania siga, at tann nógvi hitin kann geva eldri fólki trupulleikar, og nógvastaðni hava teir lokalu myndugleikarnir gjørt av at seta serlig tiltøk í verk fyri at hjálpa eldri fólki, sum fáa trupulleikar av hitanum.