Nicolina Dahl, Klaksvík
????????
Bæði Sosialurin og Dimmalætting hava í vikuni borið tíðindi um, at nú skal gamli kirkjugarður niðri í Vági í Klaksvík 'latast upp', sum tikið verður til. Málið hevur verið fyri fyrr, men merkiliga stillisliga hevur verið gingið við hurðunum higartil, nú arbeiðið sambært teknisku deild býráðsins er klárt at bjóða út. Sosialurin skrivar, at "Vágstún skal snøggast", men tað snópisliga er, at Vágstún yvirhøvur ikki er við í hesi sokallaðu fríðk-anarætlan.
Hóast eg stúri fyri, at hesar reglur ivaleyst verða skrivaðar til fánýtis, so fari eg kortini at koma við eini inniligari áheitan á býráðið um at hugsa seg um einaferð enn, tí hetta er onki minni enn halgibrot.
Gamli kirkjugarður er ikki nøkur park. Hetta er vígd jørð, har forfedrar okkara løgdu síni kæru í fedranna jørð, har tey skuldu hvíla í friði. Tað er ikki rætt at leggja hesar vígdu gravir út á berajól og undir vanligt fótatraðk. Tey, ið hvíla undir grønu torvu, eiga ikki at vera løgd undir flísatún. Uttan mun til hvussu langt síðan tað er, at tann seinasta grøvin var grivin, so hava tey deyðu krav uppá virðing. Tað er ikki lukkuligt at bróta grav-arfriðin og væl ber til at fríðka uttan at fara so harðliga til verka.
Ætlanin er tekin um vantandi virðing fyri tí, sum farið er. Vit vóru sum børn lærd at virða alt, ið heilagt er. Vit lærdu at boyggja høvur undir bøn, at reisast fyri orðinum í kirkjuni og hava virðing fyri tí æviga. Vit lærdu at virða forfedrarnar og lata støvið hvíla í friði. Á kirkjugarði átti friður at valda.
Vit reypa okkum av, at vit í Føroyum framvegis byggja á kristna siðalæru og at her hjá okkum eru ikki allar virðismetingar farnar av lagi. Men kortini síggja vit, hvussu vit meira og meira leggja okkum eftir, hvussu tey gera aðra-staðni. Tann siðvenja og tann mentan, sum er okkara egna, hon verður kveistrað til viks, tí tað er lættari og meira spennandi at apa eftir øðrum.
Sambært fjølmiðlunum eru eisini kirkjuligir myndugleikar spurdir í hesum máli. Tað er skelkandi at vita, at sjálvt teir ikki duga at síggja, hvussu høpisleyst tað er at taka kirkjugarðin niður.
Fyri nøkrum árum síðan var nógv umtalað í Dan-mark, at ein gamal kirkju-garður skuldi javnast við jørðina og ein handil leggjast omaná. Tað ljóðaði full-komuliga burturvið, og ætlanin varð mær vitandi eisini steðgað umsíður. Men eru vit nakað betri? Tá virðingin er farin at minka, hvar enda vit so? Nær kunnu vit vænta, at kirkju-garðurin á Ziskatrøð stendur fyri tørni? Meg minnist gamla skilagóða konu, sum nú hvílir undir grønu torvu. Hon segði einaferð, at soleiðis, sum nú er vorðið, so verður tað ikki leingi, til tey sparka bólt omaná grav-unum.
Sum vanligur borgari í Klaksvík heiti eg inniliga á býráðið: Varðveitið gamla kirkjugarð sum tað hann er: ein gamal vígdur kirkjugarður.










