Varðveita Hvalastøðina við Áir

Nú kemur gongd á arbeiðið at varðveita Hvalastøðina við Áir. Á fíggjarlógini í ár eru settar av 2,5 mió. kr. til endamálið, og nú verður sjøtul settur á arbeiðið.

Í fyrsta umfari verður talan um at gera bráðfeingis umvælingar og skráseta varðveitingarstøðuna úr musealum sjónarhorni. Síðan verður farið undir at umvæla bygningar og tól soleiðis, at hvalastøðin kann verða varðveitt sum savn, og annars at gera disponsitiónsuppskot fyri økið.

Arbeiðið at varðveita hvalastøðina verður gjørt við støði í áliti um varðveiting av hvalastøðini sum sjóvinnusavn, sum nevnd sett av Mentamálaráðnum lat úr hondum á vári 2007. Í álitinum verður staðfest, at hvalastøðin er varðveitingarverd sum dømi um ídnaðarsamfelagið, ið tók seg upp í Føroyum í 19. øld, og at hvalastøðin hevði stóran týdning í tátíðar samfelagnum. Av teimum 214 hvalastøðunum, sum vórðu bygdar kring allan heim síðst í 19. og fyrst í 20. øld, eru bara 3 eftir, ein í Albany í útsynningshorninum av Avstralia, ein í Grytviken á South Georgia í Suðuríshavinum og so við Áir í Føroyum.

Í álitinum verður mælt til, at økið við Áir verður skipað sum ein depil fyri ferðavinnu og mentanarsøguligar upplivingar, og at peningur verður settur av til bráðfeingis viðlíkahald og fyrireikingararbeiðið.

?Eg eri sera fegin um, at vit nú kunnu fara undir ætlanina at varðveita hvalastøðina við Áir?, sigur Helena Dam á Neystabø, landsstýriskvinna í mentamálum. ?Hvalastøðin við Áir er áhugaverd sæð úr bæði føroyskum og alheims sjónarhorni, men hvalastøðin er í ringum standi, og tí er tað í síðstu løtu, at vit fara undir at tryggja bygningarnar og fara undir eina varðveitingarætlan, soleiðis at hvalastøðin við Áir kann verða varðveitt fyri eftirtíðina?.

Tað er Søvn Landsins, sum kemur at skipa arbeiðið við Áir, sum verður gjørt í samstarvi við Landsverk og Sunda kommunu.