Varðveita gomlu træbrúnna

Træbrúgvin á Hvítanesi er ein av teimum heilt fáu, sum eru eftir í Føroyum og tað heldur Tvøroyrar Býráð vera vert at varðveita

Træbrúgv

Tvøroyrar Býráð hevur samtykt, at gamla træbrúgvin á Hvítanesi skal varðveitast.
Hetta er ein av teimum fáu, veruligu træbrúgvnum, sum eru eftir í landinum og tað hevur býráðið, at tað er vert at varðveita.
Hon hevur veriðí so ringum standi, at fyri nøkrum árum síðani varð bummur settur fyri, tí tað var vandamikið at fara út á hana.
Men nú skulu nýggir uppstandarar setast upp fyri at gera brúnna trygga aftur.
Hetta er eitt arbeiðið, sum er mett at kosta 150.000-200.000 krónur og tað skal gerast í summar.