Annar av nýggju spælarunum, ið varð úttikin til føroyska landsliðið í morgun, var Høgni Eysturoy hjá B36.
Ungi havnamaðurin sigur, at hann fekk boðini frá landsliðsvenjaranum leygarkvøldið og viðgongur, at tað var torført at sova náttina eftir.
- Hetta er øgiliga stuttligt. Hetta var ikki nakað, sum eg hevði væntað, tí liðið hevur verið í øgiligari framgongd síðstu dystirnar, og tað sær út til at vera øgiliga trupult at sleppa inn á liðið, so hetta eri eg øgiliga glaður fyri, segði Høgni Eysturoy við Trónd Arge.
Trýst á pílin undir myndini fyri at hoyra alla samrøðuna við Høgna Eysturoy.