Var til reiðar at leggja kongin

Jóannes Eidesgaard, løgmaður, hevði fyrireikað seg til at heita á tingformannin um at loysa seg úr starvinum sum løgmaður í morgun. Tað var ein sannur gysari í tinginum í morgun, bæði fyri samgonguna og andstøðuna. Fyri løtu síðani greiddi løgmaður sjónvarpinum frá, at tá ið hann fór heim frá samráðingunum kl. 4 í morgun, var spurningurin um landsstýrissessirnar ikki komin uppá pláss enn. Tí var hann eisini klárur til at leggja initiativið og løgmanssessin frá sær, tá tingið kom saman kl. 10 í morgun. Líka til evstu stund var ivasamt, um CHE-samgongan fór at gerast veruleiki.