Í gjár var lutakast um, hvørjum Føroyar skulu spæla ímóti í undankappingini til EM í fótbólti í Fraklandi í 2016.
Men var lutakastið gott ella ringt fyri Føroyar? Tað fara tey at kjakast um á Rás3 í morgun, mánamorgunin, frá klokkan 9 til 10.
Føroyar komu í bólk við Grikkaland, Norðurírland, Finnland, Rumenia og Ungarn.
Í morgunsendingini hjá Rás2 í morgun, fara tey at tosa við Andras Gango, sum er ungarari í Føroyum. Tey tosa eisini við Virgar Hvidbro, aðalskrivara í FSF og somuleiðis fer Tróndur Arge, fótbóltsserfrøðingur í Miðlahúsinum, at siga sína hugsan um lutakastið.
Les eisini: Andras Gango: Føroyar kann skapa eina sensatión
Tað ber eisini til hjá lurtarunum at senda Rás2 SMS við viðmerkingum til lutakastið. Har kunnu tit eisini siga, hvussu tit halda, at vónirnar eru um at fáa stig ímóti Norðurírlandi, sum vit hava tveir javnleikir ímóti, og hinum londunum í bólkinum.
Sms skulu sendast til 55 99 99.
Les eisini: Føroyar tveir heimadystir í heyst Les eisini: Løgmaður um EM: Vit kunnu vinna bólkin Les eisini: EM lutakast: Marran veruleiki
|