Vit vistu ikki, hvat henda royndin gekk út uppá. Lærarin fortaldi, at royndin var fyri at vísa, hvussu væl vit dugdu, í mun til hini londini í heiminum. Helst fyri at stilla nervarnar hjá næmingunum segði hann, at hendan royndin kom ongantíð at síggjast aftur, at tað var púra anonymt. Vit fingu lítið og einki at vita um sjálvar uppgávurnar.
Klokkan bleiv so níggju, og vit fóru inn í høllina til royndina. Vit fingu handað nøkur hefti, og fingu at vita, at vit fingu ásetta tíð til hvørt hefti. Eygleiðararnir løgdu aftur dent á, eins og lærarin, at tað var ein anonym, og tað bleiv skilt sum at tað ikki var ein týdningarmikil roynd. Tá eygleiðararnir søgdu frá, kundu vit byrja.
Spurningarnir vóru fjølbroyttir, og nógvir eisini rættuliga løgnir. Nógvir av teimum vóru multiple choice spurningar, og í summum skuldi eg skriva, um eg var: Sera samdur, samdur, miðal, ikki samdur ella sera ósamdur. Summir vóru heilt løgnir: Útfrá einum miðallangum tekstpetti, skuldi ein finna svar uppá spurningar sum: Hvussu nógv hassj skal til fyri at drepa ein eiturkopp?
Tá eg endiliga bleiv liðugur, sá eg, at onnur eisini vóru givin at gera uppgávurnar. Summi, tí at tey eisini vóru liðug, men sjónin var dominerað av teimum, sum vóru givin, tí tey ikki tímdu at svara øllum teimum óviðkomandi spurningunum. Eg, og øll hini, sum vóru liðug, skuldu so bíða, til vit kundu byrja uppá næsta hefti. Sama mynstrið endurtók seg, inntil klokkan bleiv trettan, og royndin var liðug. Eg fór tá heim við tí kenslu, at hatta mundi ikki hava verið so týdningarmikið.
Nú skjótt 2 ár seinni, veit eg at hendan royndin kom at hava nógv meira at siga, enn eg helt tá.
Tað var óheppið, at úrslitini av undankappingini ikki vórðu almannakunngjørd, áðrenn vit fóru upp til roynd. Tá hevði eg ivaleyst ikki verið farin avstað frá royndini við somu kensluni.
Ivaleyst er, at næmingarnir høvdu klárað seg betri, um tað var meira upplýst um hesar spurningarnar. Spurningar um hassj og eiturkoppar kunnu virka býttligir, um hann ikki veit, at svarið stendur í tekstinum við spurningin. Og av tí, at næmingurin ikki veit betur, velur hann at leypa teir spurningarnar um.
Nógvir av spurningunum vóru multiple-choice spurningar, og hetta er ikki nakað, sum eg hevði nógvar royndir við. Í okkara skúla gjørdu vit meira av øðrum uppgávum, og gjørdu mestsum einki við multiple-choice spurningar. Hesar, og eisini teir um hvussu einigur ein er, vóru ikki spurningar, ið eg, og onnur við mær, var vanur at svara, og av tí sama hevur hetta verið ein vansi fyri meg í hesi royndini.
Eg las í eini grein í Dimmu áðrenn úrslitini vóru kunngjørd, at nakrir granskarar høvdu sagt, at PISA ikki var eftirfarandi, av tí at hon legði seg ov nógv eftir enskari mentan. Tað, at eg ikki var vanur við multiple-choice spurningar vísir júst hetta væl. Av tí, at tað ikki verður lagdur dentur á júst hesi øki í føroyska skúlanum, kann ein so koma og siga at okkara skúli er vánaligari enn aðrastaðni?
Kann ein døma, um ein operasangari er ein betri sangari enn ein rokksangari??
Vit síggja, at tá føroyingar fara uttanlands, klára teir seg heilt væl. Minst líka væl sum tey úr hinum londunum.
Herfyri var ein kapping fyri børn í skúlaaldri: LEGO-League. Har fóru vinnararnir úr Føroyum til Danmarkar at kappast móti hinum Norðanlondunum. Tey føroysku børnini vóru um reppið at enda á fyrsta plássi, sum hevði givið teimum møguleikan at farið til Tokyo til HM. Tey endaðu tepurt á øðrum plássi, við bert Norra frammanfyri. Av øllum Norðanlondum.
Hetta vísir tað, at um børnini hava áhuga fyri einumhvørjum og eru motiverað, kunnu tey væl klára seg heilt væl!
Júst hetta hevur helst verið størsti trupulleikin við føroyingum í PISA-kanningini. Næmingarnir vistu ikki, hvat hendan royndin hevði at týða, og tí hava teir heldur ikki verið motiveraðir. Tað, at tað eisini varð lagdur dentur á, at royndin var anonym, hevur kanska virkað øvugt. Ístaðin fyri at hjálpa næmingunum, hevur tað gjørt at teir góðu næmingarnir ikki hava tímað, tí at teir ikki fáa viðurkenning fyri teirra arbeiði, og at teir minni góðu næmingarnir ikki hava lagt nakað í at fingið ring úrslit, tí at teir verða ikki straffaðir fyri tað.
Ivaleyst er at føroyska skúlaskipanin treingir til nakrar broytingar, men tað er als ikki so galið, sum royndin vísir.
Eg ivist ikki eina løtu í, at næstu ferð, tá vit eru meira fyrireikað, verða úrslitini nógv betri!