Var Lisa Mona Lisa?

Við eitt kleystur í italska býnum Firenze leita fornfrøðingar eftir leivdunum av Lisu Gheradini, sum sigst hava verið modell hjá Leonardo da Vinci, tá hann málaði tann heimskenda málningin Mona Lisa. Fornfrøðingarnir hava funnið beinagrindina av einari kvinnu, og teir hava almannakunngjørt fleiri myndir av henni.

Lisa Gherardini var kona ein múgvandi handilsmann og flutti til kleystrið Sankt Ursula í Firenze, eftir at maðurin var deyður. Hon doyði í kleystrinum í 1542 og varð jarðað har.

Italski søgufrøðingurin Giuseppe Pallanti hevur í 25 ár roynt at prógva, at pápi Leonardo da Vinci var granni hjá Lisu Gherardini. Aðrir serfrøðingar halda eisini, at hon var modell hjá da Vinci. Teir hefta seg millum annað við, at ein dagin skrivaði ein vinmaður Leonardo da Vinci í eina bók, at da Vinci var í ferð við at mála Lisu Gherardini.

Eftirkomarar hjá Lisu Gherardini eru alt annað enn fegnir um arbeiðið hjá fornfrøðingunum. Eftirkomararnir siga kanningarnar vera stoytandi og krevja, at tann gamla kvinnan skal fáa frið í síni grøv. Men tað fær hon ikki, skrivar Daily Telegraph.