Varðin við nýggjari manning komin út

Gamla tíðarritið Varðin kemur nú út sum tíðarrit heldur enn ársrit, sum higartil. Varðin kemur nú út sum tíðarrit fýra ferðir um árið.

– Hetta er gjørt fyri at kunna ajourføra innihaldið í hvørjum hefti, tí vit á Varðanum eru nú farnir at fylgja við í tí, sum fyriferst á mentanarpalli samfelagsins, skriva útgevararnir.

Í hesum fyrsta hefti av fýra 2013 er skaldsligt tilfar eftir teir skrivandi og yrkjandi føroyingar, sum fyri tíðina trilva seg fram í skaldskapsins junglu, umframt meiri sobert prosa, viðmerkingar og áskoðanir frá teimum, ið langt síðani hava slitið poetisku barnaskógvarnar. Og blaðstjórin hevur sjálvur tikið permumyndina.

– Eisini hava vit nakrar føroyskar umsetingar av nýggjum yrkingum, summar komu út í fjør og hinar eru ikki komnar út enn, og til endans hava vit leistin, sum vit fara at halda okkum til framyvir, og okkara miklu stórverksdreymar. Hetta er sanniliga ikki ein Varði, sum hevur verið at sæð seinastu 70 árini, skriva útgevararnir.