Nú er klárt at fara undir arbeiðið at byggja uppjóvarvirkið hjá Varðanum Pelagic, upp aftur. Tað staðfestir felagið á heimasíðu síni.
Tann 9. juni brendi virkið hjá Varðanum Pelagic í grund. Eftir stóðu bara frystihúsið og skrivstovan. Nýggja surimivirkið brendi ikki, men bygningurin fekk kortini skaða og varð tikin niður.
Nú eru toftirnar tiknar niður og nú verður ein nýggjur bygningur reistur. Og Varðin sigur, at tað verður eitt nýtt nýmótans virki.
Stjórin í Varðanum hevur áður boðað frá, at nýggja virkið skal vera klárt at taka í nýtslu um ársskiftið, ella fyrst í næsta ári. Og Varðin sigur, at tann tíðarætlanin stendur við.
Grundirnar til bygningin og frystararnar verður stoypt í hesum døgum. Frystararnir koma til landið og verða settir upp heilt skjótt, sigur Varðin
Tað er felagið hjá Thorman Vang og Mortan Vang, MTV Byggivirki, sum stendur fyri arbeiðnum at byggja virkið upp aftur, sigur Varðin Pelagic.










