Varðin Pelagic er eitt serligt føri

Kári P. Højggard, landsstýrismaður í innlendismálum, hevur nú lagt uppskot fyri Løgtingið, sum fer at gera tað lættari hjá Varðanum Pelagic at sleppa at byggja frystigoymlsuna á Tvøroyri út.

Uppskotið gongur út uppá, at í serligum føri skulu allar freistir í sambandi við at broyta byggisamtyktir, styttast niður í eina viku, og samstundis skulu kærur ikki hava steðgandi virknað.

Sagt verður, at tá landsins virði eru í váða, skal ein kommuna kunna søkja landsstýrið um at stytta bæði framløgufreistina og hoyringsfreistina niður í eina viku, og landsstýrismaðurin sigur, at uppsjóvarvirkið á Tvøroyri er eitt heilt serligt føri.

Hoyr her samrøðuna, Rás 2 á miðdegi hevði við Kára P. Højgaard: