Leygardagin seldi P/F Varðin í Gøtu partabrøvini, sum felagið eigur í Føroya Fiskaídnaði til Føroya Sildasølu.
Føroya Fiskaídnaður eigur 75% av partabrøvunum í Havsbrún, meðan eitt danskt felag eigur hini 25%.
Talan er um ein framúr góðan handil hjá P/F Varðanum, sum keypti partabrøvini í Føroya Fiskaíndaði frá Føroya Banka í 1998. Tá var prísurin 27 milliónir krónur.
Stjórin í P/F Varðanum, Jákup Jacobsen, vísir til sakførara sín, sum vit ikki fingu fatur á fyri evstamark, men vælvitandi keldur innan vinnuna siga, at søluprísurin hevur verið um 80 milliónir krónur.
Sildasølan størsti eigarin
Norska stórfyritøkan Pan Fish hevur ligið fram við eftir partabrøvunum í Havsbrún, men higartil hevur eitt tilboð upp á 100 milliónir til Føroya Fiskaídnað ikki havt nakra sølu við sær.
Hinvegin hevur Føroya Sildasøla, sum átti 27,5% av partabrøvnum í Føroya Fiskavirking nú keypt partabrøvini hjá P/F Varðanum, sum átti helmingin.
Føroya Sildasøla er tí nógv tann størsti partaeigarin í Føroya Fiskaíndaði og eigur nú 77,5%. Restina eigur felagið Føroya Sildaskip.