TVØROYRI
Í endanum av seinastu viku gjørdist ætlanin um nýtt uppisjóvarvirki á Tvøroyri almenn. Reiðaríið Varðin kunnger á síni heimasíðu, at felagið í Gøtu hevur gjørt av at lata byggja uppisjóvarvirki á Tvøroyri saman við Delta Seafood.
Lagt verður aftrat, at virkið, sum skal standa á bryggjuni á Tvøroyri, í byrjanini fer at hava eina framleiðsluorku á 600 tons um døgnið, og lagt verður aftrat, at framleiðsluorkan seinni skal koma uppá 1000 tons um døgnið.
- Ætlanin er, at virkið skal standa klárt til framleiðslu longu í summar.
Í endanum av tíðindastubbanum á heimasíðuni hjá Varðanum verður lagt aftrat, at allur partapeningurin í felagnum, sum skal byggja nýggja uppisjóvarvirkið, er føroyskur.
Meiri seinni
Sosialurin hevur í morgun roynt at fingið fatur á Tórheðini Jensen, ið starvast hjá Varðanum í Gøtu, men hann er upptikin allan fyrrapartin.
Vit fingu orð á Marner Lisberg, ið er ein av monnunum aftan fyri Delta Seafood, sum eigur gamla fiskavirkið á Tvøroyri, ið skal út-og umbyggjast til uppisjóvarvirki.
Men Marner Lisberg helt vera best, at Tórheðin Jensen úttalar seg um verkætlanina.
- Tað vildi ikki verið so heppið, um fleiri úttalaðu seg um somu verkætlan, men Tórheðin Jensen situr við allari kunningini, segði ein annars fryntligur, Marner Lisberg.
Sosialurin fer tískil at venda aftur til ítøkiligu ætlaninar á Tvøroyri seinni í vikuni.