Var hvørki nóg gamal – ella nóg edrúur

Sum heild hevur løgreglan havt tað friðarligt í nátt

Sum heild hevur tað verið rættiliga friðarligt hjá løgregluni í gjár og í nátt. Aftur í gjár hevur løgreglan kannað ferðsluna, og í tí sambandi vórðu fleiri bilførarar tiknir. Ein bilførari varð tikin fyri at koyra 85 kilometrar um tíman í bygdum øki, har tað er loyvt at koyra 50, og tað er so skjótt, at hann missir koyrikortið treytað. Sostatt má hann taka tað umaftur, annars missur hann tað heilt. Harumframt fær hann 3.000 til 3.500 krónur í bót.

 

Nakrir bilførarar fingu eisini 1.000 krónur í bót fyti at tosa í hondhildnari farfelefon ímeðan teir koyrdu. Í nátt hevur løgreglan eisini tikið eitt prutl, sum kundi koyra 61 kilometrar um tíman, og tað er nógv meiri, enn tað hevur loyvi at koyra.

 

Tíðliga í morgun ringdu fólk í Eysturoynni til løgregluna at boða frá, at tey høvdu sæð ein drong koyra bil, sum tey hildu var so ungur, at tey ivaðust í, um hann hevði aldur at koyra bil. Løgreglan fekk steðgað bilføraranum, og tað vísti seg at vera rætt. Hann var undir 18 ár, og sostatt hevði hann heldur ikki koyrikort. Men tað sum verri var, er, at hann var heldur ikki edrúur, og sostatt er hann skuldsettur fyri rúsdrekkakoyring afturat.

 

Annars hevur ein maður meldað, at hann hevur verið fyri harðskapi í nátt, men hann var so fullur, at tað bar ikki til at avhoyra hann. Løgreglan sigur, at hann varð sendur á Landssjúkrahúsið til kanningar, og so skuldi hann venda aftur, tá ið hann fekk tosað.