Tað var ein 80 ára gamal maður, sum langt um leingi slapp út aftur úr fongslinum, eftir 50 ára varðhaldsfongsling á Sri Lanka.
DP James varð varðhaldsfongslaður í august 1958, eftir at hava sært pápa sín við knívi. Eftir eina innlegging á eini psykiatriskari klinikk, varð hann sendur aftur í fongsul, og myndugleikarnir gloymdu hann har. Hann kom aldri fyri ein dómara. Málið varð ikki uppafturlatið, fyrr enn gamli maðurin noyddist á sjúkrahúsið. – hann er eitt offur fyri óvirkandi bureaukratinum, sigur advokaturin, sum nú er settur á málið, og krevur 67.000 kr fyri frátikna lívið. Tað eru góðar 1300 kr um ári fyri varðhaldsfongslingina.