Teir báðir menninir, sum blivu skuldsettir í einum grovum harðskapsmáli beint eftir jól, sita enn í varðhaldi. Hendingin fór fram 29. desembur í fjør.
Harðskapurin móti órættaða var so ógvusligur, at hann varð lagdur í koma á Landssjúkrahúsinum.
Les eisini Eitt knúst andlit og heilabløðing
Menninir, sum eru 35 og 45 ára gamlir, hava sitið varðhaldsfongslaðir síðani grundlógaravhoyrið, og noktað seg sekar í málinum. Nú er varðhaldsfongslingin longd til 23. mars, veit Kringvarp Føroya at siga.