Í dag hevur stór bjargingarvenjing verið í Nólsoy – men áðrenn nakar varnaðist, varð tað álvari.
Ein útlendingar var farin til Nólsoyar og ætlaði sær at ganga suður á Borðuna. Løgreglan sigur, at kunningarstovan mælti honum frá at fara, tí sýnið var ringt og líkindini vánalig, men tað lurtaði hann ikki eftir.
Men tað endaði eisini við, at hann gekk seg fastan og mátti ringja til løgregluna at biðja um hjálp. Hann segði, at hann var vilstur og at tað var hált og illa gongt, har hann var staddur. Sjálvur metti hann, at hann var einar tríggjar kilometrar sunnanfyri bygdina, sigur løgreglan.
So alt bjargingarfólkið, sum var í Nólsoy kortini, fór at leita og tríggjar tímar seinni, klokkan 16 í dag, funnu teir mannin heilt niðri í fjørðini sunnanfyri Tjørnunes á vestursíðuni á oynni.
Hann varð síðani tikin umborð á bjargingarbátin, Lív, sum sigldi hann til Havnar. Hann hevði ikki meiðslað seg, men hann var kaldur og illa fyri, og tí fór hann á Landssjúkrahúsið til kanningar, sigur løgreglan.










