- Var bangin um pressufrælsið í Føroyum

Stjórin í Dimmalætting metir, at dómurin í morgun var týdningarmikil fyri føroyska fjølmiðlaheimin.

Ein nýggjur kapittul longu søguni um sokallaða tollmálið fekk ein enda í morgun, tá Eystari landsrættur fríkendi ákærdu fjølmiðlafólkini, Svein Tróndarson, stjóri í Dimmalætting, Dia Midjord, stjóri í KVF, Liljan Weihe, tíðindaleiðara í KVF, og Jan Lamhauge, journalist í KVF, fyri allar ákærur um ærumeiðing móti formanninum í Fólkaflokkinum, Jørgeni Niclasen.


Tað var Sveinur Tróndarson, ið tá arbeiddi á Portalinum, ið var fyrstur við søguni. Í samrøðu við in.fo í morgun, fegnast hann um, at Eystara landsrættur hevur staðfest, at søgan hevði týdning fyri almenningin.


- Eg siti við einari góðari kenslu í dag. Tað er týdningarmikið at hava í huga, at í tí dekninginum, ið vit høvdu á Portalinum á sinni, hildu vit, at fólk høvdu rætt til at fáa  innlit í hetta málið. Tað hevur Eystara Landsrættur eisini staðfest


- Føroya Rættur hugdi í sínum dómi burtur frá politiska týdninginum av málinum, men Eystara Landsrættur staðfesti, at tað hevur týdning, at slík mál verða lýst.
Sjálvur stúrdi Sveinur Tróndarson fyri, at dómurin í Føroya rætti kundi hava umfatandi avleiðingar fyri pressufrælsi og er tí glaður fyri, at Eystara Landsrættur staðfesti, at vit í Føroyum hava pressufrælsi.


- Eg havi ikki hugsað so nógv um meg sjálvan í hesum, men meira um hvønn týdning dómurin kundi hava fyri føroyskar miðlar. Tað hevði verið harmiligt, um ein slíkur dómur slapp at standa, tí pressufrælsið hevði verið avmarkað, og vit høvdu fingið ein nýggjan redaktør í føroyska fjølmiðlaheiminum.


- Eg var bangin um pressufrælsið í Føroyum aftan á dómin í Føroya rætti, men hesin dómurin staðfestir, at vit hava pressufrælsi í Føroyum. Tað merkir tó ikki, at fjølmiðlar kunnu siga tað, ið tey hava hug til. Vit hava pressufrælsi við ábyrgd.


Tað er tó ongin loyva, at eitt slíkt mál kann leggja eitt stórt persónligt trýst á einstakar persónar, og Sveinur viðgongur eisini, at dómurin í morgun er ein lætti. 


- Tað hevur verið eitt persónligt trýst á einum, tí man er sannførdur um, at man bara hevur gjørt sítt arbeiði. So sjálvandi er dómurin í dag ein lætti.