Rímuligi friðurin kring Aleppo tveir teir seinastu mánaðirnar tykist nú at hanga í klønum tráð. Eftir tveir mánaðir vápnahvíld, sum stórt sæð hevur verið vird, í økinum kring Aleppo í Sýria hava fleiri álop verið bæði í gjár og í dag millum uppreistrarmenn og russisk hernaðarflogfør.
Í dag hevur russiska verjumálaráðið sambært russisku tíðindastovuni Tass váttað, at russisk stríðsflogfør hava lopið á uppreistrarmenn í økinum.
Uppreistrarmenninir vóru í einum øki, sum annars sambært skroypiligu vápnahvíldini átti at verið hernaðarfrítt.
Vápnahvíld er fingin í lag millum uppreistrarmenn og stjórnardeildir við ávikavist Turkalandi og Russlandi sum stórveldi handan hvønn partin.
Russisku álopini komu sum svar upp á eitt álop í gjár í einum parti av býnum, har stjórnin hevði eftirlitið. Sambært sýriskum ríkismiðlum var eiturgass nýtt í álopinum í gjár.
Sýriski ríkismiðilin Sana heldur sambært AFP, at 107 fólk eru viðgjørd fyri trupulleikar við andadráttinum.
Sambært Syriska Observatorium fyri Mannarættindi (Sohr), sum er ein bretskur felagsskapur, er talið av innløgdum á sjúkrahús minni. Harumframt skulu skaðarnir sambært Sohr ikki kritiskir, skrivar AFP.
Sambært tíðindastovuni AP hevur vápnahvíldin stórt sæð verið hildin seinastu mánaðirnar.
/ritzau/