Vápnaframleiðari hevur ordrar fyri 1050 milliardir

Amerikanski vápnaframleiðarin Lockheed Martin hevur ongantíð áður havt so nógv at gera sum nú

(Mynd: Jack Guez/Ritzau Scanpix)

Tá ið annar ársfjórðingur endaði hevði amerikanski vápnaframleiðarin Lockheed Martin fingið ordrar fyri 1050 milliardir krónur. Tað er tað mesta nakrantíð.

 

Høvuðsorsøk til ovurhonds stóru ordrarnar er, at alt fleiri F-35 stríðsflogfør eru umbiðin, og at stórur eftirspurningur er eftir ymiskum rakettsløgum. Harafturat eru eisini fleiri ordrar frá vanligari flogferðslu.

 

Lockheed Martin hevur havt trupulleikar við at lata umbidnar ordrar av F-35 flogførum, tí telduskipanir skuldu dagførast. Eitt nú bíðar amerikanska verjumálaráðið eftir F-35 flogførum, sum tey hava umbiðið.

 

Lockheed Martin hevur framleitt F-35 stríðsflogførini, sum danska verjan hevur.

 

(Mynd: Jack Guez/Ritzau Scanpix)