Vanvirðing móti føroyska búnanum

Rúna Sivertsen, skrivari í Sjálvstýrisflokkinum, øtast við, at føroyskur strippari hevur nýtt føroyska búnan í sínari framførslu. Fríggjadagin skrivaði Sosialurin um Victoriu Wild, sum strippar í føroyskum klæðum.

Á heimasíðuni hjá Sjálvstýrisflokkinum skrivar Rúna Sivertsen, at slíkt er ikki hóskandi og eigur ikki at koma fyri.

- Vit hava tíverri onga lóggávu, sum verjir búnan móti at verða vanvirdan. Eingin hevði helst ímyndað sær, at slíkt kundi henda, men eftir hesa ósømiligu hending síggja vit, at neyðugt verður at leggja fram lógaruppskot fyri at verja okkara tjóðbúna ímóti vanvirðing, skrivar Rúna Sivertsen, skrivari hjá Sjálvstýrisflokkinum.