Vanunu vil sleppa úr Ísrael

Ísraelski kjarnorkuteknikarin Mordechai Vanunu vil nú sleppa at flyta úr Ísrael. Tað skal hægstirættur taka støðu til

Tann 21. apríl slapp Mordechai Vanunu úr einum ísraelskum fongsli. Tá hevði hann sitið har í átjan ár, tí hann hevði avdúkað partar av tí sera loyniliga ísraelska kjarnorkuútbúnaðinum.
Síðani hann kom útaftur, hava myndugleikarnir sett honum forboð fyri at siga nakað sum helst um ísraelska kjarnorkuútbúnaðin. Hann sleppur heldur ikki av landinum at ferðast, og hann hevur eisini fingið forboð fyri at tosa við útlendsk tíðindafólk.
Men nú vil hann sleppa úr Ísrael. Norski sakførarin Fredrik Heffemehl, sum leingi hevur roynt at hjálpa Vanunu, sigur við norsku tíðindastovuna NTB, at Mordechai Vanunu hevur ongar møguleikar at liva eitt vanligt lív í Ísrael aftan á fongsulstíðina. Nógvir jødar hata hann, tí hann avdúkaði loyndarmálið um landsins kjarnorku. Tað fekk hann eisini at kenna, tá hann sunnudagin kom í hægstarætt, tí uttanfyri róptu fólk rakstrarróp eftir honum.
Ísraelskir eygleiðarar vænta ikki, at hægstirættur fer at lata Vanunu sleppa av landinum, tí ísraelska stjórnin hevur sagt, at hann er framvegis ein vandi fyri landið.
Viðgerðin í hægstarætti er eisini fullkomiliga loynilig. Tá Vanunu hevði lagt síni sjónarmið fram, fekk hann boð um at fara út. Síðani greiddu myndugleikarnir rættinum frá sínum sjónarmiðum. Tann frágreiðingin tók tveir tímar, men Vanunu fekk ikki at vita, hvat myndugleikarnir høvdu sagt.