Mordechai Vanunu, sum sat í israelskum fongsli í 18 ár fyri at hava avdúkað kjarnorkuloyndarmál, er aftur farin í fongsul. Hesaferð er kjarnorkuserfrøðingurin dømdur at sita tríggjar mánaðir handan rimarnar fyri at hava havt samband við útlendskan ríkisborgara, og tað hevur hann ikki loyvi til.
Mordechai Vanuno varð tikin í desember í fjør fyri at hava verið saman við norsku unnustu síni á einum hotelli. Tað kostaði honum tríggjar mánaðir í fongslinum.
Ákæruvaldið skeyt upp, at hann skuldi gera samfelagsarbeiði sum revsing, men tað vildi hann ikki, skrivar Jerusalem Post.