Vantandi tign á merkisdegi

Oddagrein

Góða ólavsøku! Ynskja fólk. Á sama hátt! Svara vit aftur. Ja, vit eru komin til árliga ballið - tjóðarhátíð okkara. Veitrandi Merkið og candyfloss. Føroyskur dansur og heitar pylsur. Kappróður og full fólk. Møti og ballónir, sum fara til himmals. List og Frelsunarherurin. Mungát og Jolly. Fittar diddur og fittir beiggjar í føroyskum búna. Fótboltur, samstundis sum eydnuhjólið snarar í KFUM.

Og mitt í hesum hásummarmeldri, við siðum og gestablídni, ganga prestar og løgtingsmenn skrúðgongu, við løgmanni, løgtingsformanni og bispi á odda. Oman í Havnar kirkju og niðan aftur í nýumvælda Løgtingshúsið. Og eftir hátíðarløtuna á Tinghúsvøllinum við sangi og kantatu skal okkara túsund ára gamla løgting setast. Kanska tað elsta tingið í heiminum!

Hetta er ein hátíðarlig løta. Ein tignarlig løta. Tað serliga við hendingini í ár er, at tað eru hálvtannað hundrað ár síðani, at danir aftur lótu føroyingar endurreisa tað aldargamla løgtingið, tó við sera avmarkaðum valdið. Tá hevði tingið ligið stilt í eini hálvthundrað ár. Føroyingar høvdu ikki havt nakað politiskt umboð. Landið varð stýrt úr Danmark, og stjórnarviðurskiftini vóru alt eftir, hvussu amtmenn og donsku embætismenninir vóru.

So við og við hevur føroyska tjóðin vunnið sær størri vald og víðari frælsi. Tað størsta framstigið kom við heimastýrislógini. Men løgtingið samtykti ífjør uppskotið um sjálvstýri Føroya fólks. Verður gingið eftir hesum leisti, og annars eftir tí vilja, sum tykist vera í politisku flokkunum og í Føroya fólki, so hava føroyingar vunnið sær fult ella víðgongt tjóðarfrælsi, tá komið verður til næsta hornastein Løgtingsis.

Tíverri mugu vit ásanna - hóast tað sær hátíðarligt út - at lítil tign er yvir løgtingi og landsstýri í dag. Ein politisk orrusta tekur seg upp eftir eina aðra. Ósemja er millum samgonguflokkar. Trúvirðið hjá summum politikkarum er ikki høgt í metum. Grovar skuldsetingar eru ikki afturvístar, samstundis sum hóttan um stevning fyri ærumeiðandi skuldseting hvørvur í tóman heim.

Føroyar og føroyingar hava uppiborið eitt betri siðalag. Ikki minst eftir at kvinnur og menn, á sjógvi og á landi, hava arbeitt landið upp úr tí djúpu kreppu, sum av álvara tók dik á seg fyri 10 árum síðani. Sum rendi so mangt um koll og sendi mangan landsmann í tvungna útlegd, tí okkara samfelagsliga samhaldsfesti rakk ikki nóg langt.

Ólavsøkan broytir neyvan nakað. Men prátið, kenningin, dansurin, veitslulagið til minis um deyða Ólav hin Heilaga fær kanska onkran at rakna við, og ásanna, at nú mugu vit taka okkum saman, arbeiða betri saman, leggja niður garðar og mørk og virka fyri felagsskapinum hjá okkum øllum Føroya landi okkum øllum til sóma. Góða ólavsøku!