Vantandi stýring av verkætlanum orsøkin

- Vit hava alt ov nógvar bóltar í luftini í senn. Hvørki í verki ella politiskt er nóg neyv stýring av teimum alt ov mongu verkætlanunum, sum kommunan koyrir, og tí kemur tað á ongan hátt óvart á, at vit eru endað í hesari støðuni, sigur Kristian Eli Zachariasen, býráðs- og fíggjarnevndarlimur í Klaksvíkar býráð

Tað minnir ikki sørt um stóru krakkini av bankum í londunum rundan um okkum, nú Klaksvíkar kommuna manglar likviditet. Úrslitið er, at stórar skerjingar í útreiðslunum mugu setast í verk beinanvegin, samstundis sum bankarnir smekka lokið í og ikki vilja veita kommununi lán.

- At hetta fór at henda kom ikki óvart á meg. Eg havi áhaldandi ávarað ímóti vantandi fíggjarstýringini í sambandi við tær mongu verkætlanir, sum kommunan hevur sett í verk, sigur Kristian Eli Zachariasen, limur í fíggjarnevndini í Klaksvíkar býráð.

Hann hevur víst á hendan trupulleikan í longri tíð, og í fjør hevði hann eitt lesarabræv í bløðunum, har hann vísti á júst hendan trupulleikan.

»Øll vita tað, øll tosa um tað, men eingin ger nakað við tað. Og tað hendir ferð aftaná ferð. Flestu verkætlanirnar hjá Klaksvíkar Kommunu halda ikki ásettu fíggjarætlan.

Vit kunna nevna nakrar, sum ikki hava verið innan ásetta fíggjarkarmin: Góðshavnin í Ánunum, læknamiðstøðin, eldrasambýlið við Kráarbrekku og so tað seinsta stjørnuskotið innan kommunalar verkætlanir, baðilandið í svimjihøllini.

Hvat hava so hesar verkætlanir til felags? Jú, eykarokning omaná eykarokning. Og sjálvsagt ikki at gloyma, undanførslur fyri hví hesar verkætlanir eru vorðnar dýrari ímun til upprunaligu ætlan«, skrivaði Kristian Eli Zachariasen.

Og hann hevur eisini svarið upp á, hví hesar verkætlanir gjørdust upp í tvífalt so dýrar, sum upprunaliga ætlað.

»Høvuðstrupulleikin er vantandi ráðgeving/útgreiningar ísamband við verkætlanirnar«, skrivaði Kristian Eli Zachariasen.

 

Ítøkilig dømi

Andstøðulimurin í Klaksvíkar býráð hevur áhaldandi fílst á tilvildarligu fíggjarstýringina í kommununi.

- Eg kundi nevnt fleiri dømi um, hvussu kommunan arbeiðir við pengunum. Til dømis í sambandi við bygging av einum frystihúsi í Ánunum, har kommunan veitti eigarunum eitt lán upp á fimm milliónir krónur at stoypa grundina fyri. Hetta eru fimm milliónir, sum nú mangla í hjá kommununi, sigur Kristian Eli Zachariasen.

Og so tekur hann upp aftur tað, sum hann nevndi í lesarabrævinum frá í fjør.

- Eldrasambýlið við Kráarbrekku gjørdist nógv dýrari enn væntað, Læknamiðstøðin skuldi upprunaliga kostað um níggju milliónir krónur, men endaði við at kosta nærum tað tvífalda, góðshavnin í Norðhavnini skuldi útbyggjast við áleið 38 milliónum, nú kostar hon eitt stað millum 60 og 70 milliónir, og tá svimjihøllin skuldi umbyggjast til eitt baðiland, kom knappliga ein eykarokning upp á 1,5 milliónir krónur til óvæntaðar útreiðslur, sum hædd avgjørt átti at verið tikin fyri, sigur Kristian Eli Zachariasen.

Hann gjørdi ikki mætari enn at leggja uppskot fyri býráðið um at loysa ráðgevandi verkfrøðingin í hesi seinast nevndu verkætlan frá uppgávuni, eitt uppskot, sum kortini varð felt av samgonguni.

 

Sparingar mugu til

Men tað er kortini ikki bert vánalig ráðgeving, sum sambært Kristian Eli Zachariasen er orsøkin til, at fíggjarstýringin er ov tilvildarlig.

- Mann má avgjørt siga, at vit politikarar ikki hava verið nóg vaks. Vit hava avgjørt okkara part av skuldini fyri, at vit eru komin í hesa støðuna, sigur Kristian Eli Zachariasen.

Hann heldur, at altjóða fíggjarkreppan hevur sína skuld í, at bankarnir her heima eru meiri varnir og ikki vilja lána pening út til Klaksvíkar kommunu.

- Eg hevði ikki væntað, at tað fór at gerast so ógvusligt, men tað er heilt víst, at hevði ikki ein altjóða fíggjarkreppa herja, so var kommunan heldur ikki komin í hesa støðuna, sigur Kristian Eli Zachariasen.

Hann vísir á, at tað sjálvandi má ganga galið, tá kommunan fleiri ár á rað hevur havt 20-30 millónir krónur í halli.

- Eg havi tvey tey seinastu árini gjørt vart við, at neyðugt er at fáa javnvág á fíggjarlógina, men eg havi talað fyri deyvum oyrum. Úrslitið er, at vit nú nærkast einari heilari álíkning í skuld, sigur Kristian Eli Zachariasen.

Tá hann kom í býráðið fyri fýra árum síðani, var skuldin hjá kommununi um 68 milliónir krónur, í dag liggur hon um tær 130 milliónirnar.

- Raksturin er eksploderaður seinastu fýra árini, úr 82 milliónum upp í 107 fyri komandi ár. Tó vænti og rokni eg við, at vit fáa skarvað einar 12 milliónir av, so vit koma niður á 95 milliónir krónur, sigur Kristian Eli Zachariasen.

 

Onkur má til hús

Sjálvur vónar Kristian Eli Zachariasen, at tað fer at bera til at koma enn longur niður í útreiðslum.

- Vit skulu rinda 7,5 milliónir krónur í rentum og avdrøgum, so samlaðu rakstrarútreiðslurnar í mun til inntøkurnar er 80%, og tað er alt ov mikið, sigur Kristian Eli Zachariasen.

Hann metir tað tí tvingandi neyðugt at rationalisera á øllum økjum, men hann vil kortini ikki her og nú siga, at eitt nú svimjihøllin skal lata aftur, ella at fimm fólk í vegadeildini skulu koyrast til hús.

- Tað verður neyðugt at hyggja nærri at ymsum tænastum, og síðani saman við deildarleiðarunum finna fram til, hvussu kommunan kann rationalisera og spara á tí økinum. Men tað er neyvan nakað at ivast í, at onkur má til hús, sigur Kristian Eli Zachariasen.

Hann heldur, at trýstið á kommununa kanska hevur verið í so stórt í sambandi við at Norðoyatunnilin læt upp. Nógv vegarbeiði var gjørt í tí sambandi, og so hevur kommunan eisini sett onnur tiltøk í verk, eitt nú Íverksetarahúsið, bjargað KÍ, spýtt pening í Badmintonhøllina og útstykkingar fyri at nevna nøkur mál.

- Annars haldi eg, at tað var fyri neyðini, at Sundafólk atkvøddu nei til samanlegging við Klaksvík, tí sáttmálin var fullur av gyltum lyftum, sum Klaksvíkar kommuna ongan møguleka hevði havt fyri at hildið, sigur Kristian Eli Zachariasen.