Stór ferð er á búskapinum í løtuni. Tað staðfestir búskaparráðið, sjálvt um hagtalsgrundarlagið er ófullfíggjað og í besta føri fleiri ár afturút.
- Stórt trot er á arbeiðsmegi í Føroyum, og tað hevur lønarglíðingar við sær, sum skjótt kann ávirka kappingarevnini hjá útflutningsvinnuni skeiva vegin. Um útreiðslurnar hjá okkara fyritøkum vaksa meiri enn hjá kappingarneytunum uttanlands, fáa vit ein trupulleika, vísir búskaparráðið á.
- Tað er ikki tørvur á hjá tí almenna at føra ein ekspansivan fíggjarpolitikk, eins og tað ikki er tørvur á skattalættum, sigur Jørn Astrup Hansen, formaður í Búskaparráðnum.
Hann finst hvassliga at førda skattapolitikkinum hjá landsstýrinum.
- Tað er heilt »hen í veðrið« at avgera í 2004, at vit skulu hava ein skattalætta í 2007. Samstundis sum mann vil stramma búskapin gevur mann skattalætta. Tað ber ikki til at regulera almenna sektorin ár fyri ár, tað er neyðugt við eini fastari búskaparligari gongd, sigur formaðurin í Búskaparráðnum.
Tað verður eisini sagt í frágreiðingini, at møguleiki jú er fyri, at búskapurin regulerar seg sjálvan.
- Ætlan landsstýrisins er, at løgtingsfíggjarlógin fyri 2008 skal tálma búskapargongdini. Við tí í huga tykir tað Búskaparráðnum at vera skeivt av landsstýrinum, fjórða árið upp í slag at lækka skattin fyri at stimbra búskapin. Tað gekk eftir ætlan í 2005, tá stígur var í búskapinum, skattapolitikkurin var tá konjunkturmótgangandi. Men í 2006 og 2007, tá aftur var búskaparframgongd, gjørdu skattalættarnir bara sítt til at stimbra búskapin enn meira – og skattapolitikkurin var nú vorðin konjunkturviðgangandi, sigur Búskaparráðið.
Eingi neyv hagtøl
Ráðið sigur, at tað er ikki rætt, at viðtaka konjunkturmótgangandi tiltøk, sum røkka langt inn í framtíðina, sum í hesum føri fleiri ár fram. Búskapargongdin vísir seg viðhvørt at vera ein onnur enn væntað, og tí er vandi fyri, at tiltøk, sum ikki koma í rættari tíð og ikki røttum vavi, skjótt koma at gera ein ójavnan í búskapinum enn størri.
Dagførd og neyv hagtøl eru týðandi fyritreytir fyri at føra ein virknan fíggjarpolitikk, men slík vanta í Føroyum. Tískil eigur landsstýrið at halda seg frá at føra ein virknan fíggjarpolitikk, men í staðin dúva upp á teir sjálvvirkandi stabilatorarnar, sum eru í búskapinum, so sum progressiva skattastigan og sosialar skipanir, harímillum ALS og aðrar.
Annars metir Búskaparráðið, at tað verður hugt ov nógv at almennu rakstrarútreiðslunum, tá tiltøk skulu fremjast. Stórur partur av almennu rakstrarútreiðslunum eru lógarbundnar, og tað er skeivt at minka og vaksa almenna geiran alt eftir, um tað er búskaparafturgongd ella –framgongd. Í staðin eiga konjunkturjavnandi tiltøk at síggjast aftur í ætlaðu íløgunum.
Annars heldur Búskaparráðið, at ein broyting í skattatrýstinum eftir umstøðunum kann vera eitt hentari amboð enn broytingar upp og niður í rakstrinum. Heilt ítøkiliga hevðí tað verið betur, um landsstýrið heldur enn at pína raksturin niður, slepti skattalættanum í 2008.
Rentustuðulin burtur
Nakað, sum Búskaparráðið fýlist á, er vantandi avtala millum land og kommunur um íløgurnar.
- Í verandi støðu tykist tað, sum hevur landsstýrið ov fá amboð til at ávirka búskapin við. Tað sker í eyguni, at landsstýrið og kommunurnar ikki hava avtalað felags rammur um kommunalu fíggjarætlanirnar. Tað kann skjótt henda, at vøksturin í kommunala búskapinum javnar út tey tálmandi tiltøk, sum landsstýrið fremur gjøgnum løgtingsfíggjarlógina, og væl tað, sigur Búskaparráðið.
Teir meta eisini, at rentustuðulin saman við nýggju lánunum frá peningastovnunum í stóran mun hevur virkað við til búskaparframgongdina. Eftir bara tveimum árum hava húsarhaldini økt sína skuld við 40% og hava kapitaliserað rentustuðulin eins og gjaldførislættan, sum tey fingu við nýggju afturgjaldsskipanunum av lánunum.
Ein kundi ynskt, at ein líðandi avtøka av rentustuðlinum hevði verið sett í verk fyri nøkrum árum síðani, tá rentan var søguliga lág. Men Búskaparráðið hevur framvegis ta áskoðan, at rentustuðulin so líðandi eigur at verða avtikin, verður sagt í frágreiðingini.
Men tað eru ikki bara húsarhaldini, sum hava økt sína skuld. Vinnufyritøkurnar høvdu, tá komið var um fyrsta hálvár 2007, økt sína skuld við 55% samanborið við somu tíð árið fyri. Tað er lítið, sum bendir á, at fyritøkurnar hava økt íløgurnar samsvarandi. Trúligari er, at máað verður burtur av kapitalgrundarlagnum undir fyritøkunum.
Fyritøkur eru keyptar og seldar. Fleiri av teimum hava sitið við fiskiloyvum, sum harvið eru blivin kapitaliserað, og tað hevur havt við sær, at eginkapitalur er tikin út úr vinnuni, og fremmandafígging komin inn í staðin. Og hesum má ansast eftir, metir Búskaparráðið.
Avtaka stuðulsskipanir
Stóri vøksturin í búskapinum hevur havt við sær eyðsýndar trongar á arbeiðsmarknaðinum. Tí verður umhugsað at lata føroyska arbeiðsmarknaðin meira upp fyri útlendskari arbeiðsmegi úr ES-londunum. Tað kann verða ein góð loysn, men tað er ein veruleiki, at gestaarbeiðarar mangan vísa seg at verða innflytarar.
- At innflyta arbeiðsmegi vil vituliga geva okkum tær hendur, sum í dag tróta. Men hesir nýggju íbúgvar fara við tíðini at viðføra økt krøv til samfelagsins infraskipan í breiðari meining, krøv, sum vit mugu vera til reiðar at lúka, sigur Búskaparráðið.
Í hesum samanhanginum, har umhugsað verður at innflyta arbeiðsmegi, liggur nær eisini at hugsa, um ikki vit binda meira arbeiðsmegi enn neyðugt er í pørtum av arbeiðsmarknaðinum. Tað er eyðsýnt, at tað fer at loysa arbeiðsmegi úr fiskavirkjunum, um fiskavirkisskipanin hjá ALS verður avtikin.
Eins eyðsýnt er tað, at vit fara at fáa ein effektivari heimafiskiflota, um hesin ikki longur skal hava skyldu til at lands ein part av veiðini í Føroyum. Samanum tikið er stóra búskapargongdin í løtuni eitt gott høvi til at endurskoða stuðulsskipanirnar, sigur Búskaparráðið í nýggjastu frágreiðing síni.