Vantandi fokus í óndskapinum

Leikurin »Tey óndu« er ein djørv og hugvekjandi uppseting við , men hevur ta sjáldsomu slagsíðu, at honum vantar sjónleik

Tað er ikki hissini evnið, leikbólkurin Tvazz hevur valt at taka upp við leikinum »Tey óndu«. Og tað eru ikki hissini spurningar, leikurin setir áskoðarunum. Hesir eru viðkomandi, raka djúpt og krevja, at tú sum áskoðari hevur onkran at tosa við, tá leikurin er liðugur.

Ikki tí, at tú ert skelkaður ella sinnisrørdur, sum eg annars hevði roknað við, men tí at leikurin og leikararnir seta so nógvar spurningar. Spurningar, hvørs svar eru valla finnast, men sum óbeinleiðis verða svaraðir í viðgerðini og kjakinum av spurninginum sjálvum.

Hetta er eisini styrkin við leikinum. At hann tekur eitt so óunniligt evni upp – eitt mál, har ikki einans børn hava dripið eitt annað barn, men eitt mál har tveir tíggju ára gamlir dreingir rætt og slætt buka og pína ein tvey ára gamlan drong til deyðis – og kortini megnar at lýsa evni og seta nakrar tankar í gongd hjá fólki, uttan at vanlukkuligi sorgarleikurin fyllir títt høvur aftaná, men heldur reisir spurningin »hví?«. Men mongu spuringarnir, sum verða settir er kanska í meira lagi, tí hesir enda við at vera moraliserandi á ein strævnan hátt – og tá er vandi fyri, at boðskapurin druknar í sær sjálvum.


Breitt fokus

Ein annar trupulleiki við leikinum er fokusið – ella mangul upp á tað sama. Kórið setir rammurnar fyri leikin, greiðir frá málinum, samstundis sum viðmerkjarar spyrja viðkomandi spurningar. Hetta gongur aftur gjøgnum allan leikin. Umframt tað uppliva vit sterkar dialogar millum løgreglumenninar, sum avhoyra dreingirnar, og so sjálvar dreingirnar, og vit sleppa onkursvegna inn at dreingjunum, men ikki heilt inn at. Vit uppliva drúgvar og sannførandi monologar, har mammurnar hugleiða um teirra uppvøkstur, bakgrund og synir sínar. Brotini, tá lisið verður beinleiðis úr avhoyringarskjølunum eru somuleiðis ógvuliga sannførandi. Fingur kann á ongan hátt setast á leiklistarliga avrikið hjá teimum trimum. Tvørtur í móti spæla tey framúr!

Dygdirnar hjá Kjartani Hansen og Gunnvá Zachariasen kenna vit og tað er ein frægd at uppliva tey, men danska Tine Gotthelf stendur einki aftanfyri tey bæði. Og at hon tosaði danskt og hini bæði føroyskt, var á ongan hátt órógvandi ella ørkymlandi.

Tað er eisini imponerandi at síggja, hvussu hesi trý jonglera millum mongu leiklutirnar. Tey hava minst fýra leiklutir hvør, tí vit uppliva teir báðar tíggju ára gomlu dreingirnar , mammurnar hjá teimum báðum, mammuna hjá dripna dronginum, teir báðar dreingirnar, sum finna deyða James Bulger, journalistin, sum ger viðtal við hesar báðar, fleiri løgreglufólk, fleiri vitni, umframt at leikararnir eisini virka sum viðmerkjarar og kór. Hetta gera tey einastandandi væl og tú ert ongantíð í iva, hóast leikararnir ikki skifta klæði ella broyta útsjónd á nakran hátt. Men mongu leiklutirnir eru ikki bara til gagns fyri leikin.

Onkursvegna er tað sum um, at rithøvundurin hevur roynt at koma runt sum í øllum tilfarinum, sum liggur undir leikritinum, at tað er vorðið ov nógv. Eitt nú havi eg trupult við at skilja, hvat parturin, har ein journalistur tosar við tveir dreingir, sum komu fram á deyða drongin, ger fyri leikin.

Og nú vit eru við lýtini, leikurin hevur, er málsligi parturin verdur at nevna. Hetta kundi verið meiri gjøgnumarbeitt, tí umsetingini vantar reglusemi. Málið er hampiliga lætt, vanligt talumál stóran part av tíðini, men tað tykist ikki sannførandi, tá eitt so knortlut og tungt orð sum »sølumiðstøð«, verður brúkt av einum tíggju ára gomlum dreingi, samstundis sum annar løgreglumaðurin spyr hvat fyri »hobby« drongurin hevur, fyri at nevna eitt dømi. Inkonsekvent og spell.

Somuleiðis saknaði eg sjónleik í leikinum. Tað ljóðar kanska undarligt, men kemst tað fyrst og fremst av tí, at tað var so sera sterkt, tá tey spældu. Men mongu viðmerkingarnar og spurningar frá kórinum og viðmerkjarunum fyltu nógv, soleiðis at áskoðarin ongantíð slapp inn at einum persóni.


Sterk framførsla um viðkvæmt evni

Tá hetta er sagt, eiga tey í Tvazz rós uppiborið fyri at kunna spæla ein leik við einum so viðkvæmum evni. Eitt er sjálvt evni, men annað er mátin tað verður lýst uppá. Tí hvat er meiri óunniligt og ræðuligt, enn eitt barnadráp framt av børnum? Gunnvá Zachariasen gjørdi í Sosialinum fríggjadagin greitt, at tey ikki ynskja at volka sær í einum sorgarleiki. Tey ynskja heldur at viðgera spurningin, sum stendur eftir ein slíkan sorgarleik, nevniliga hví, Hetta hevur eisini eydnast teimum til fulnar. Tí verða míni ráð: farið til leikin, men havi onkran at tosa við aftaná, tí tað verður leikurin bara betri av.


rolant@sosialurin.fo


CITAT:

Tey ynskja at viðgera spurningin, sum stendur eftir ein slíkan sorgarleik, nevniliga hví. Hetta hevur eydnast teimum til fulnar


--


Myndatekstur:

»Tey óndu« hevði frumframførslu leygarkvøldið og verður vístur hvørt kvøld klokkan 20.00 frá týskvøldinum fram til sunnukvøldið 5. februar

Mynd: Finnur Justinussen