Vanlukkulig avgerð hjá landsstýriskvinnuni

Sama dag, sum føroyska útbúgvingarskipanin hjá Mentamálaráðnum enn eina ferð dumpaði í PISA, kom fram, at Helana Dam á Neystabø, landsstýriskvinna, hevur gjørt umfatandi bygnaðarbroytingar innan hægri útbúgvingar í Føroyum. Heðin Mortensen, borgarstjóri í Havn, tekur ikki undir við ætlaðu broytingunum.

Hann heldur, at tað er gott, at útbúgvingar hjá Vinnuháskúlanum verða uppstigaðar til akademiskar útbúgvingar, og at tær verða savnaðar undir Fróðskaparsetrinum. Tað er neyðugt, skulu vit menna spinkla akademiska umhvørvið í Føroyum, heldur hann.

Men avgerðin at flyta útbúgvingar hjá Vinnuháskúlanum til Klaksvíkar er beinleiðis vanlukkulig, sambært borgarstjóranum.

- Vit í Havn góðtaka tað ikki, tí megin, sum skal til fyri at skapa grundarlag fyri fólkavøkstri og búskaparvøkstri í øllum landinum, verður burtur. Og allir møguleikar fyri einum altjóða universiteti í Føroyum, sum kann tryggja eitt viðkomandi og altjóða útbúgvingar- og granskingarumhvørvi, hvørva. At partar av útbúgvingunum skulu takast í Klaksvík, aðrir í Havn, fremur als ongan samanhang innan maritima útbúgvingarumhvørvið ella við Fróðskaparsetrið, sum setur fyri hægri útbúgvingar yvirhøvur, sigur Heðin Mortensen og leggur afturat, at grundarlagið undir útbúgving, sum skal lúka altjóða krøv, máast burtur, og tey lesandi, lærararnir og granskararnir flyta av landinum.

- Eg skilji tey væl, eg hevði eisini farið av landinum, sigur Heðin Mortensen.