Vanlukkan rakar eisini búskapin

Jarðskjálvtin í Japan og flóðaldan í Kyrrahavinum hava elvt til eftirskjálvtar í heimsbúskapinumn. Í Japan fall partabrævavirðið 1,7 prosent, og á teimum evropeisku marknaðunum vendi pílurin eisini niðureftir. Tað eru serliga tey stóru tryggingarfeløgini, sum hava mist virði, og orsøkin er, at náttúruvanlukkan í morgun fer at kosta tryggingarfeløgunum dýrt.

Jacob Graven, sum er búskaparfrøðingur í Sydbank, sigur við danska kringvarpið, at vanlukkan í dag kemur oman á skuldarkreppuna í Evropa og tann hækkandi oljuprísin og er tí búldur oman á sár.

Myndugleikarnir í Japan siga, at náttúruvanlukkan hevur oyðilagt vegir, bygningar, elveitingina og fleiri verksmiðjur. Eitt nú hevur Toyota stongt tríggjar av sínum verksmiðjum.

Tann fyrsta mánaðin aftan á tann harða jarðskjálvtan í Kobe í januar í 1995 minkaði japanska ídnaðarframleiðslan 2,6 prosent. Hvussu stór minkingin verður hesaferð ber ikki til at siga enn, men Jacob Graven sigur, at tað jaliga við vanlukkuni er, at endurbyggingin fer at geva nógv arbeiði, sum fer at gagna búskapinum.