Í lýsingini í morgin verður leitingin tikin upp aftur eftir manninum, sum er saknaður eftir ferðsluvanlukkuna í Oyndarfirði í nátt, ella í morgun.
Tað sigur Sunleiv Højgaard, brunaumsjónarmaður, sum stendur fyri leitingararbeiðnum.
Tað var beint fyri klokkan 10 í morgun, at løgreglan fekk boð um, at ein bilur var farin útav í Rættargjógv í Oyndarfirði.
Leiting varð beinanvegin sett í verk og stutt eftir var bilurin funnin á botni á eina seks-átta metra dýpi.
Samstundis var líkið av einum 22 ára gomlum manni funnið á sjónum.
Men ein annar maður, sum er 20 ára gamalur, er saknaður og hóast løgreglan ikki hevur prógv fyri tí, arbeiða tey útfrá teirri fortreyt, at hann var við í bilinum.
Tískil hevur umfatandi leiting verið í allan dag eftir manninum
Sunleiv Højhgaard sigur, at í dag hava eini 50 fólk leitað síðani boðini um vanlukkuna komu í lýsingini í morgun.
- Vit hava fingið nógva hjálp, eitt nú frá bjargingarfeløgum og sløkkiliðum bæði úr Klaksvík, úr Havn og úr Streymnesi, og leitað hevur bæði við við fólki, báti og tyrlu.
- Men eisini privatfólk hava leitað við okkum í dag sigur Sunleiv Højgaard.
Men leitingin hevur verið úrslitaleys og tá ið tað bleiv myrkt seinnapartin, máttu tey gevast at leita.
Sunleiv Højgaard sigur, at tey hava leitað mest á sjónum, men tey hava eisini leitað á landi bæði í mølini runt um fjørðin, og í húsum, har tað kann vera hugsandi, at hann kann vera.
- Vit hava eisini leitað í haganum við hundi, eins og vit hava gjøgnumgingið alla bygdina.
- Vit hava roynt at tryggja okkum, at tann, vit leita eftir, ikki hevur bjargað sær á land og liggur onkustaðni í mølini, í haganum, ella í onkrum úthúsi ella seyðhúsi, ella yvirhøvur at hann ikki liggur inni nakra aðra staðni
Leitingin verður tikin upp aftur í lýsingini í morgun.
- Eftir leitingina í dag eru vit rættiliga sannførd um, at maðurin, vit leita eftir, er ikki á landi nakrastaðni, sigur brunaumsjónarmaðurin.
Tí verður leitingin í morgin miðsavnað um at leita á sjónum.
Vit hava avtalu við 23 froskmenn, sum verða til reiðar í lýsingini í morgin at taka leitingina upp aftur, sigur Sunleiv Højgaard.
Hann sigur, at tá verður leitingin samskipað, so at tey sleppa so víða um, sum gjørligt.
Myndin er niður yvir Rættargjógv, har bilurin fór útav.
Les eisini: Vanlukka kravt mannalív í Oyndarfirði Les eisini: Vanlukkan í Oyndarfirði: Givnir at leita Sí fleiri myndir frá leitingini við at trýsta HER
|