Vanlukkan hendi á grunnum vatni

Tórsportalurin veit í kvøld at siga, at syrgiliga vanlukkan við Hvítanes í dag, tá kavarin, Jákup Andrias Hentze, læt lív, hendi á grunnum vatni.

Heimasíðan skrivar, at teir vóru tríggir, sum arbeiddu úti í sjónum. Jákup Andrias Hentze var innari, og tveir aðrir arbeiddu ytri og á djúpri vatni.

- Tá tann eini kom inn aftur, fann hann Jákup Andrias á bara tveimum metra dýpi. Hann hevði tikið maskuna av, og fløskan var av ókendum orsøkum tóm. Starvsfelagin fekk Jákup Andrias inn og gav honum fyrstuhjálp. Stutt eftir, tá portørarnir vóru komnir á staðið, varð staðfest, at hann var deyður, skrivar heimasíðan.

Lagt verður aftrat, at Jákup Andrias hevur kavað nógv og er kendur sum raskur og góður kavari, har gott skil altíð hevur verið í øllum. Hann tók prógv sum yrkiskavari í fjør vár í Noregi.

- Vanlukkan hendi, har Shefakaðalin kemur upp við Hvítanes. Arbeiðseftirlitið hevur gjørt kanningar á staðnum og er í gongd við at kanna útgerð og annað, skrivar heimasíðan.

Eftir Jákup Andrias situr konan Olga við tveimum døtrum. Á myndini eru Olga og Jákup Andrias.