Vanlukkan fylgir mær alt lívið

Tú heldur, at tað hendur ikki fyri teg, men tað kann henda fyri øll, sigur 37 ára gamli Fríði Nolsøe, sum fyri 20 árum síðani var í ógvusligari ferðsluvanlukku, ið kostaði vinmanninum lívið.

Tú heldur, at tað hendur ikki fyri teg, men tað kann henda fyri øll, sigur 37 ára gamli Fríði Nolsøe, sum fyri 20 árum síðani var í ógvusligari ferðsluvanlukku, ið kostaði vinmanninum lívið.

 

Vanlukkan fer altíð at fylgja mær, sigur Fríði Nolsøe.

 

- Tá eg hoyri um ógvuslig ferðsluóhapp, fara tankarnir alt fyri eitt aftur til ta nátt- ina, tá eg sjálvur var við í eini ferðsluvanlukku. Tað er ein so ræðulig uppliving, og eg veit akkurát, hvussu ringt øll tey, sum eru partur av vanlukkuni, hava tað, sigur Fríði Nolsøe á Sandi.

 

Fyri 20 árum síðani var hann saman við trimum vinmonnum í eini ferðsluvanlukku á Sandoynni. Tann eini vinmaðurin, Herolvur Jensen, doyði í vanlukkuni.

 

- Tey ungu mugu vita, at ein ógvuslig ferðsluvanlukka kann raka øll. Tað skal bara ein lítil feilur til, áðrenn tað gongur galið, sigur Fríði.

 

Tað var tíðliga týsmorgunin 15. juni í 1993, at Fríði og tríggir vinmenn vóru fyri ferðsluvanlukkuni, sum Fríði ongantíð gloymir.

 

Nakað út á kvøldið kom ein annar vinmaður til Søltuvíkar við bili. Sum tímarnir gingu, blivu teir allir ávirkaðir og fóru at tosa um, at tað kundi verið stuttligt at farið ein biltúr til Skopunar.

 

Á túrinum til Skopunar hevði bilurin alt ov nógva ferð, og beint norðan fyri Hálsavøtnini við Sjúrðarmýru fór bilurin út av vegnum. Bilførarin breyt hálsin, Fríði breyt ryggin, meðan tann einasti, sum sat í trygdarbelti bert skar seg í andlitið. Tann fjóðri í bilinum, sum var Herolvur Jensen, doyði á staðnum av løstinum.

 

Lesið samrøðuna við Fríða Nolsøe í mikudags-Sosialinum, sum fæst í blaðsølunum í Havn í kvøld.

 

Blaðið kann keypast VIÐ AT TRÝSTA HER