Ísur norðanfyri Grønland er byrjaður at smelta. Hesin ísur varð annars mettur at vera sera sterkur. Hesin elsti og tjyksti ísurin í Arktis smeltaði eftir tvey óvanliga heit tíðarskeið, skriva bretski miðilin The Guardian, Ritzau og danska Tv2.
Ísurin uttanfyri norðursíðuna á Grønlandi er annars vanliga so stabilur, at granskarar áður hava roknað við, at hetta vildi verið tann seinasti havísurin, sum fór at smelta orsaka av vaksandi hitanum á jørðini. Sebastian H. Mernild, leiðari fyri norska veðurlagssentri, Nansen-Center, sigur við Tv2, at tað ikki er sæð áður, at hesin parturin av havinum letur seg upp.
Sambært fleiri serfrøðingum, sum hesir báðir miðlar hava tosað við, so er ísurin byrjaður at smelta fyrst eftir eitt tíðarskeið í februar, har hitin sera óvæntað lá yvir frostmarkið í 10 dagar. Vanliga eru 20 kuldastig har um leiðir. Rasmus Tage Tonboe, serfrøðingur í ísi á veðurstovuni DMI sigur við Tv2, at hetta kemst av, at óvanliga heitur vindur blásti frá suðri teir dagarnar.
Tað sama hendi í farnu viku, tá ið 17 stig vórðu máld á hesum økinum. Hetta hevur fingið ísin at reka longri frá strandarøkinum í Grønlandi enn nakrantíð áður skrásett, síðani rúmdarfylgisveinar byrjaðu at skráseta ísin í 70'unum. Sambært DMI er hetta isoleraðar veðurhendingar, sum hava elvt til hetta. Men um hitin veksur í tráð við veðurlagsbroytingarnar, so er vandi fyri, at tað hendir aftur. Till Rasmussen, granskari hjá DMI sigur, at vit mugu vænta veðurlagið verður heitari og slíkt fer at henda aftur.
Hendan hending fær verðinsnatúrfondin WWF at stúra. Bo Øksnebjerg, aðalskrivari í WWF sigur við TV2, at hetta er serstakliga órógvandi, tí vit tosa um tað seinasta stykkið av havísi, sum granskarar vóru vísir í fór at vera havísur eisini um summarið heilt fram til 2050. Tað skuldi vera tað seinasta friðskjólið hjá djóralívinum í arktisk, men longu nú síggja vit tað er byrjað at hvørva, sigur hann. Hann sigur, at hetta kann hava avleiðingar fyri fleiri djór, sum bundin at, at tað er ísur har alt summarið.
/ritzau/