Tað er serliga í landspørtunum Hunan og Shandong, at tað hevur regnað illa, og veðurmenninir siga, at regnið fer at standa við.
Í býnum Jenin í Shandong-landspartinum regnaði tað so illa gjáranáttina, at eftir trimum tímum komu 180 millimetrar niður. Í miðbýnum stóðu gøturnar hálvan triðja metur undir í vatni, og sambært myndugleikunum druknaðu 32 fólk. Minst 6.000 hús stóðu undir í vatni, og umleið 100.000 fólk máttu flytast burtur.
Í Hunan-landspartinum hava meiri enn 100 fólk latið lív í vatnflóðini ta seinastu vikuna, og higartil í ár eru meiri enn 700 fólk druknað har, siga tey almennu tíðindini. Harafturat eru nógv túsund fólk rýmd frá húsi og heimi.









