Vanligir føroyingar skulu døma í Føroya Rætti

Ein nýggj rættargangslóg fyri Føroyar fer at hava við sær at vanligir føroyingar uttan løgfrøðiliga útbúgving fara at døma í revsimálum

Útlit eru nú til, at borgarar uttan løgfrøðiliga útbúgving í framtíðini skulu hava størri leiklut í rættarsalinum í Føroyum.

Seinastu trý árini hevur eitt uppskot til nýggja rættargangslóg fyri Føroyar verið á veg. Nú hevur Søren Pape Poulsen, løgmálaráðharri, fingið endaliga boðið uppá, hvussu lógin skal vera.

Tað upplýsir løgmálaráðið.

##med2##

Um eitt lógaruppskot til eina nýggja rættargangslóg fyri Føroyar verður samtykt í Fólkatinginum, kunnu borgarar í Føroyum luttaka í rættarmálum sum dómsmenn í revsimálum, har ákærin krevur minst seks mánaðir fongsul

 

Her verður skotið upp, at danska meginreglan um dómsmenn verður sett í verk í Føroyum. Dómsmenn eru leikdómarar – vanligir borgarar, sum taka lut í rættarmálum eins og teir við løgfrøðiligari útbúgving.

Sum støðan er nú virka borgarar í Føroyum bara sum leikdómarar í nevnigamálum, har tey verða nevnd »nevningar«. Nevningamál eru revsimál, har ákærumyndugleikin krevur í minsta lagi fýra ára fongsul.

Tað kann vera mál um neyðtøku, drápsroynd og dráp.

##med6##

Søren Pape Poulsen á vitjan í Føroyum í august í fjør

 

Við uppskotinum til nýggja rættargangslóg verður lagt upp til at seta eina skipan í verk, har eisini leikdómarar eru við í málum har kravið er í minsta lagi seks mánaðir fongsul. Hesir leikdómarar verða nevndir »dómsmenn«.

Ein nýggj skipan við dómsmonnum er ein av fleiri broytingum, sum ein nútímansgerð av rættargangslógini fer at hava við sær.

– Við lógaruppskotinum leggja vit upp til eina grundleggjandi broyting av føroysku rættargangslógini, sum hevur við sær eina nógv meira nútímanshóskandi lóggávu um løgreglu og rættarskipan og samstundis tekur atlit til føroyska mentan og søgu, sigur løgmálaráðharrin, Søren Pape Poulsen.

Eitt nú skal løgreglan í Føroyum javnsetast við hini løgregluøkini í Danmark. Viðgerð av borgarligum rættarmálum skulu ganga skjótari. Tað verður møguleiki hjá rættinum í Føroyum at ávísa mál til Eystara Landsrætt.

Harvið verður tað eisini møguligt at fáa mál úr Føroyum víðari til Hægstarætt á sama hátt sum í Danmark.

– Tær yvir 1.000 lógargreinarnar eru størsta broyting í føroysku rættarskipanini í meira enn 30 ár. Og eg eri tí nøgdur við, at úrslitið av søguliga stóra arbeiðinum við lógaruppskotinum nú er klárt at verða sent til hoyringar, sigur Søren Pape Poulsen.

Í útkastinum eru tilsamans 1.086 lógargreinir. Síðani 2017 hevur ein arbeiðsbólkur, sum Løgmálaráðið hevur sett, arbeitt við lógaruppskotinum.

Málið skal nú til almenna hoyring, og roknað verður við, at eitt lógaruppskot kann leggjast fram í Fòlkatinginum í næsta fólkatingsári.

 

/ritzau/