Vanligar dagar skulu almennir stovnar ikki hava alkohol á borðinum

Tað almenna skal vera alkoholfrítt gerandisdagar

Gerandisdagar eigur almennir stovnar ikki at bjóða gestum sínum rúsdrekka.

 

Tað heldur Helgi Abrahamsen, sum hevði sæti í Løgtinginum í farnu viku fyri Sambandsflokkin, tá ið Løgtingið hevði aðalorðaskifti um okkara rúsdrekka- og rúsevnapolitikk í framtíðini.

 

Helgi Abrahamsen heldur, at tað tað er vónleyst at fáa eina rúsdrekkalóg, øll vera samd um

 

– Eg hugsi til dømis um rúsdrekka í sambandi við veitslur og høgtíðir. Summi halda at tað er í lagi at drekka av og á, og onnur halda, at tað er ikki ílagi.

 

Men hann vísir kortini á, at sumt eru vit samd um, eitt nú, at rúsdrekkakoyring skal ikki góðtakast. Og nú heldur hann at vit eiga at semjast um eitt afturat, og tað er, at rúsdrekka skal ikki vera ein gerandisvøra.

 

Eg havi ilt við at skilja, hví almennir stovnar, sum hava móttøku ein vanligan gerandisdag, bjóða rúsdrekka, sigur hann.

 

Fólk koma frá arbeiði og skulu aftur til arbeiðis aftaná, og tey flestu koma við bili. Tað átti at verið sjálvsagt, at almennu Føroyar søgdu: Vit bjóða ikki rúsdrekka ein gerandisdag, heldur Helgi Abrahamsen. So kunnu vit heldur vera ósamd um høgtíðir og veitslur, leggur hann afturat.

 

Hann heldur eisini, at skipanin við Rúsuni skal varðveitast tí hann heldur, at ein turrlagdur alkoholikari skal kunna fara inn í ein handil, uttan at møta freistingini at keypa tað, sum hann ikki klárar at skrúva proppin á.

 

Les eisini: Rúsdrekka eigur ikki at vera gerandisvøra í Føroyum