Óvanliga stórur vøkstur í elnýtsluni

Fyrsta ársfjórðing í 2019 var vøksturin í elnýstluni í Føroyum umleið 10 prosent hægri enn sama tíðarskeið í 2018. Í 2017 og 2018 var eisini óvanliga stórur vøkstur á góð fimm prosent í elnýtsluni

Vit føroyingar nýta meira og meira el. Nýtslan er vaksin ár undan ári. Sjálvt um tað verður framleidd meir grøn orka, so klárar hon ikki at fylgja við tí stóra eftirspurninginum av el, sum vit føroyingar hava.

Í framleiddum GWt var talan um eitt gott grønt ár hjá SEV í 2018, tá ið 172 GWt av grønari elorku vórðu framleiddar. Men hetta var bara 49% av samlaðu elframleiðsluni. Í 2017 vóru 171 GWt grøn elorka, í 2016 158 GWt og í 2015 189 GWt, stendur at lesa í ársfrágreiðingini hjá SEV, sum kom út í síðstu viku.

Um hugt verður at grønu elframleiðsluni í prosentum seinastu fýra árini, so skarar 2015 framúr við 60 prosentum elorku úr vatni og vindi, og síðani er í prosentum staðfest ein afturgongd í grønari elorku á umleið 10 prosentstig, tó at árliga grøna framleiðslan í prosentum hevur ligið á einum jøvnum støði síðani 2015 – 50 prosent í 2016, 51 prosent í 2017 og 49 prosent í 2018. 

Um hugt verður at framleiðlsuni í GWt, so sær myndin øðrvísi út, tí tá er 2018 besta grøna árið síðani 2015. 

Høvuðsorsøkirnar til fallið frá 60 prosentum niður á 50 prosent eru millum annað góðveður í 2016 og óvanliga stórur vøkstur á góð fimm prosent í elnýtsluni í 2017 og 2018.

Góðveður í 2016 var høvuðsorsøkin til stóru afturgongdina í grønari elframleiðlsu sammett við 2015, sum var eitt metár fyri vatnorkuframleiðsluna við sera nógvum avfalli. 2016 var hinvegin eitt óvanliga turt ár. 

2017 var fyrsta árið, battarískipanin í Húsahaga var partur av elskipanini eitt heilt rakstrarár. 94 prosent av vindinum í Húsahaga vóru fingin til høldar í 2017. Tað var ein vøkstur í gagnnýtsluni av vindinum upp á 16 prosentstig sammett við 2016, tá ið battarískipanin í Húsahaga bert var í rakstri seinastu fýra mánaðirnar av árinum. Samstundis øktist eftirspurningurin eftir elorku 5,3 prosent sammett við 2016, tá ið elframleiðslan tilsamans var 317 GWt. Í 2017 var elframleiðslan tilsamans 334 GWt. 

Vøksturin helt fram í 2018, tá elframleiðslan aftur øktist 5,3 prosent sammett við árið fyri. Samlaða elframleiðslan í 2018 var uppi á 352 GWt. Samstundis framleiddi vindmyllulundin í Húshaga 40 GWt, sum er mesta vindorkuframleiðsla í Húsahaga higartil. Minni avfall, frostbindingar og serstakliga turt veður í seinnu helvt av mai og fyrru helvt av juni høvdu tó við sær, at vatnorkuparturin gjørdist eitt vet minni enn í 2017.