Óvanliga stór flóð í Keypmannahavn

Illveðrið í Danmark í gjár elvdi til stóra flóð nógvastaðni, og fyrrapartin í dag verður flóðin í Keypmannahavn hálvan annan metur oman fyri tað vanliga. Sostatt vrður flóðin størri enn í gjárkvøldið, tá stórir partar av havnarlagnum stóðu undir sjógvi.

Sambært donsku veðurstovuni er hetta so sjáldsamt, at tað hendir bara eina ferð í hvørjari øld.

Í gjár og í gjárkvøldið var stór flóð nógvastaðni fram við jútsku vesturstrondini og í Limfjørðinum orsakað av, at illveðrið trýstið sjógvin inn at landi.