Óvanliga nógvir grindahvalir kring Ísland

Óvanligir nógvir grindahvalir hava verið á sæð kring Ísland í ár og aftur í dag høvdu íslendingar vitjan av einum bólki. Á heimasíðuni hjá Morgunblaðnum verður í dag skrivað um, at 40 grindahvalir svumu í víkini í Akureyri í dag.


- Vit hava aldrin áður sæð ein so stóran bólk í økinum. Vanliga mugu vit longur frá landi fyri at fáa eyga á hvalum, sigur Tess Hudson, havlívfrøðingur við mbl.is.


Gísli A. Vík­ings­son, íslendskur hvalafrøðingur, sigur við Morgunblaðið, at tað er ikki óvanligt, at grindahvalir nærkast landi og vísir til Føroyar. Hann vísir tó á, at óvanliga nógvur hvalir hevur verið at sæð í Íslandi í summar.


- Nógvur grindahvalur hevur verið at sæð í firðunum í summar og eisini døglingar. Men tað er ógjørligt at siga hvat orsøkin er til hetta, sigur Gísli A. Vík­ings­son.