Óvanliga heitt í Íslandi

Tað hevur verið óvanliga heitt í landssynningspartinum av Íslandi í dag. Á Kvískerjum í Öræfum fóru hitamátararnir heilt upp á 18,6 stig, og so tað er mesti hiti, sum er skrásettur í Íslandi, síðani hitamátingarnar byrjaðu har. Tað gamla metið, sum var 18,3 stig, varð skrasett á Sandi í Aðaldali í 1948.

Tað var ikki bara á Kvískerjum, at tað var heitt. Í Höfn í Hornafirði vóru meiri enn 18 stig, og á Teigarhorni í Berufirði vóru 18 stig.

Teigarhorn í Berufirði er annars tað staðið í Íslandi, har mesti hiti er skrásettur. Tað var tann 22. juni í 1932, tá mátararnir har vístu 30,5 stig.