Óvanliga djúpt lágtrýst

Ódnarveðrið um vikuskiftið komst av einum óvanliga djúpum lágtrýsti á einans 930 hPa, ið fór fram við oyggjunum.

Vindurin var nógvur um vikuskiftið. Talan var um ódn, men hóast alt, so var veðrið ikki av tí ringasta, ið verið hevur. Vindurin kundi væl verið nógv harðari, men ávísar umstøður gjørdu, at ódnin ikki gjørdist so hørð, sum hon kundi verið.

Petur Skeel, veðurmaður, sigur, at lágtrýstið um vikuskiftið er eitt av tí lægsta, ið vit vita um í Føroyum. Hann er tó ikki vísur í, um hetta er met, men sigur tó, at talan er um nakað av tí lægsta, ið verið hevur.

Petur Skeel sigur, at sjávt um lágtrýstið er so lágt, nýtist vindurin ikki at gerast so nógvur. Hetta er tí, at munur er á, hvussu sampakkaði lágtrýstini eru. Tey lágtrýstini, ið hava langt ímillum isobarirnar hava ikki nógvan vind við sær, meðan lágtrýst, ið hava stutt ímillum isobarirnar hava nógvan vind við sær.

­ Tiltikna jólaódnin í 1988 hevði ógvuliga tætt ímillum isobarirnar, og tískil gjørdist vindurin so nógvur, sigur Petur Skeel.


Lítið afturímóti

Petur Skeel, veðurfrøðingur, sigur, at ódnirnar, ið vit hoyra um aðrastaðni, tá fólk doyggja og stór vatnflóð floymir yvir býirnar, ofta eru nógv veikari enn ódnirnar, ið vit kenna úr Føroyum. Hann sigur, at tað ljóðar bara so ógvusligt, tá ið útvarpið sigur frá ódnum uttan úr heimi, ið hava havt eina megi á yvir 100 km/t ­Hetta er als ikki meira enn ódnirnar í Føroyum. 108 km/t er jú ikkki meira enn 30 m/sek, so tað er ikki so nógv. Ódnin í vikuskiftinum lá nevniliga nógvastaðni væl omanfyri teir 150 km/t, sigur Petur Skeel.


Fjøllini ávirkan

Petur Skeel sigur, at fjøllini í Føroyum hava stóra ávirkan á vindin. Hann tekur Norðadalsskarð sum dømi, og sigur, at fjøllini ofta trýsta vindin saman, og tískil verður ferðin hægri.

Veðurfrøðingurin dugir ikki at siga, um tað er liðugt við ódnum fyri í vetur. Hann sigur, at tað ikki bert til, at siga frá slíkum frammanundan, og sigur hann, at vit bert muga taka veðrið sum tað kemur. Hann vónar tó, at vit skjótt fáa eitt sindur av kava, so at vit sleppa undan honum á páskum, eins og í fjør.