Vandu saman við smittaðum leikara

Talan var ikki um koronusmittu í hópinum hjá besta kvinnuliðnum hjá H71. Men dysturin ímóti Stjørnuni í kvøld var kortini avlýstur. Ein yngri leikari, sum hevði vant saman við kvinnunum í besta liðnum, var smittaður.

Tað sigur Anna Dam, forkvinna í H71.

 

Vit skrivaðu seinnapartin, at dysturin millum Stjørnuna og H71 í bestu deildini, sum skuldi spælast í KÍ høllini í Klaksvík í kvøld var avlýstur, tí korona var í hópinum hjá H71.

 

Anna Dam sigur, at landslæknin vildi hava, at tær sum høvdu vant saman við smittaða leikaranum ein løtu týsdagin, ikki kundu spæla dyst, fyrr enn tær vóru koronukannaðar.

 

– Hetta kundu tær ikki náa áðrenn dystin, og tí var dysturin útsettur. Allar í hópinum sum spældi um vikuskiftið eru koppsettar, sigur Anna Dam.